Innanlands

Vindmyllurnar settar upp í heyst

Longu í november skal nýggja vindmyllulundin á Gellingarkletti vera í rakstri og framleiða orku svarandi til el-nýtsluna hjá øllum sethúsum í Føroyum - 26 prosent av samlaðu el-framleiðsluni í Føroyum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-04-08 15:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Umhvørvisstovan hevur í dag góðkent umsóknina hjá Effo og Vindrøkt um at seta seks vindmyllur upp á Gellingarkletti. Hetta vera vindmyllu av slagnum Vestas V117 - 4.2MW.

Nýggja vindmyllulundin fer at framleiða orku svarandi til El-nýtsluna hjá øllum sethúsum í Føroyum, og svarar hetta til umleið 26 prosent av samlaðu el-framleiðsluni í Føroyum.

Samlaði framleiðslumátturin er 25, 2 MW og kann vindmyllulundin væntandi framleiða 100GWT árliga.

[object Object](Mynd: Umhvørvisstovan)

Vindmyllurnar væntast at verða settar upp longu í heyst og vindmyllulundin vera í rakstri og framleiða grøna orku í november 2021.

Jóhan í Niðristovu, stjóri í Vindrøkt fegnast um at felagið vann útboðið.

- Hetta er eitt risa fet fyri Føroyar á grønu kósini, tí hetta svarar til eina oljusparing á umleið 19.000 tons av olju, sigur hann í tíðindaskrivi.

Stjórin í Effo, Janus Thomsen, fegnast somuleiðis um tíðindini í dag.

- Sum orkufelag ynskja vit at viðvirka til at føra Føroyar fram á grøni leiðini, og harvið minka um okkara veðurlags- og umhvørvisárin.” Tí fegnast vit um at hava vunnið útboðið, og eru sera spent uppá at fara í gongd við verkætlanina. Endamálið hjá okkum er at veita føroyska samfelagnum orku, so hetta er eitt stórt stig á røttu leiðini sigur Janus Thomsen, stjóri í Effo.

P/F Effo og Sp/F Røkt eiga 50% hvør í Vindrøkt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder