2021-04-08 14:41

Umhvørvisstovan hevur tikið avgerð um at veita felagi undir stovnan við Vindrøkt loyvi til elframleiðslu úr vindorku við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum. Felagið kundi bjóða lægsta prísin upp á 21,8 oyru/kWt.
Lýst varð eftir umsøkjarum til elframleiðslu úr vindorku í januar 2021, eftir at Umhvørvisstovan hevði móttikið ”open door”-umsókn frá Sp/f Vindrøkt um loyvi at framleiða el úr vindorku við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum.
Tá freistin at søkja var úti 29. mars 2021, vóru umsóknir frá tveimum umsøkjarum komnar: Felag undir stovnan við Vindrøkt og felag undir stovnan við Magn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald