- Man tímur tað ikki so væl, men nú eru vit í tíðini, har veðrið veruliga kann gera um seg, og fólk mugu brynja seg nakað til til heystið og veturin.
Soleiðis sigur vaktleiðarin á løgreglustøðuni í Havn í morgun.
Hann sipar til, at serliga vindurin kann gera um seg nú. Í síðstu viku var dømi um trampolin, ið var farin í vindi í Norðragøtu.
Sí eisini: árstíðin er komin at trampolinirnar skulu takast niður
Tíðliga í gjár var ein leys takpláta farin í vindinum á Eiði. Slíkt kann væntast, og eingin skaði var annars, men løgreglan minnir aftur á at tryggja slíkt og annars at taka ymiskar leysar lutir inn - serliga tá boðað er frá fitt av vindi.
Júst í morgun er óvanliga lýtt fyri hesa tíðina í Føroyum - men heilt fitt av vindi.
Fólk eru heima um náttina
Summi skulu eisini minnast til nummarplátur. Í nátt eru seks ólógligar tiknar av bilum í høvuðsstaðnum.
Vaktleiðarin sigur, at slíkt oftast verður gjørt um náttina, tí at tá eru fólk sum oftast við hús, og bilarnir standa.
Løgreglan er í gongd við átøk í sambandi við millum annað nummarplátur og ferðslu annars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald