Hjálparpakkin, sum Landsstýrið legði fram á tíðindafundi seinnapartin í dag, er eitt neyðugt stig at avmarka avleiðingarnar av COVID-19 tiltøkunum fyri føroyska búskapin. Føroya Arbeiðsgevarafelag vónar, at øll politiska skipanin stendur saman um hjálparpakkan.
Landsstýrið legði í dag fram ein hjálparpakka, hvørs endamál er at bøta um ógvusligu avleiðingarnar, sum tiltøkini at fyribyrgja spjaðing av COVID-19 hava fyri føroyskar fyritøkur og teirra starvsfólk.
Hjálparpakkin er eitt neyðugt og týdningarmikið stig í einari støðu, har so at siga allar fyritøkur í landinum eru raktar.
Støðan í sambandi við COVID-19 er heilt serlig og krevur tí eisini heilt serlig stig. Ongantíð fyrr í nýggjari tíð eru so ógvuslig stig tikin fyri at basa einari umfarssótt, bæði her í Føroyum og kring heimin. Tiltøkini hava tó longu nú havt við sær víðfevndar avleiðingar fyri føroyska vinnulívið. Hjá nógvum fyritøkum er sølan minkað munandi, og hjá summum er hon heilt steðgað. Samstundis valdar stór óvissa millum leiðslu og starvsfólk, hvussu leingi henda serliga støðan fer at vara, og nær sølan kann væntast at kvinka uppeftir aftur.
Hesi viðurskifti kunnu vera uppskriftin upp á eina búskaparliga niðurbræðing, um ikki landsmyndugleikarnir bera skjótt at og gera munadygg átøk at avmarka neiligu avleiðingarnar. Og í kvøld hevur landsstýrið so boðað frá einum hjálparpakka til føroyska búskapin.
Tíðaravmarkaði tiltøkini, sum landsstýrið í hesum fyrsta hjálparpakkanum ætlar at seta í verk, eru í tveimum:
1. Tiltøk, sum lætta um á starvsfólkaøkinum
- Fólk, sum eru send heim uttan løn ella eru farin niður í tíð, men sum ikki eru uppsøgd, fáa lønarendurgjald úr ALS-skipanini.
- Sjúkuhugtakið sambært dagpengalógini verður víðkað.
- Ein afturrindanarskipan verður gjørd fyri privatar arbeiðsgevarar, sum gjalda løn undir sjúku, tó í mesta lagi við eini upphædd, sum svarar til sjúkradagpening.
- Sjálvstøðug vinnurekandi, sum ikki hava teknað trygging sambært dagpengalógini, fáa møguleika fyri at fáa dagpening frá fyrsta degi, tey tekna trygging sambært dagpengalógini.
- Goldið verður fyri 1. og 2. fráverudag hjá teimum, sum eru fevnd av verandi reglum í sjúkradagpeningalógini
2. Tiltøk at bøta um gjaldførið hjá fyritøkunum
- MVG-avrokningar verða útsettar.
- Føroyar verða fevndar av einari skipan hjá Vækstfonden við statsgaranteraðum rakstrarlánum til fyritøkur, sum eru serliga hart raktar.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað verða rætt og neyðugt at taka hesi fyrstu og sera týdningarmiklu stigini, og tey eiga at verða framd sum skjótast.
Fyri summar fyritøkur verður hetta ikki nóg mikið til at kunna halda fram við rakstrinum, um verandi støða stendur við í eina tíð, ella versnar. Føroya Arbeiðsgevarafelag bjóðar sær í hesum sambandi til at arbeiða víðari saman við landsstýrinum at útgreina tørvin á øðrum átøkum. Frameftir má gongdin hjá føroysku vinnufyritøkunum fylgjast neyvt, og metingar mugu javnan gerast, um tørvur er á at seta meira víðfevnd tiltøk í verk at bøta um støðuna í búskapinum.
Føroya Landsstýri legði á tíðindafundinum dent á, at tað vil gera nógv fyri at halda gongd á hjólinunum í føroyska búskapinum, og at týðandi funktiónir fyri føroyskar vinnufyritøkur skulu halda fram. Hetta er eitt greitt og sera týðandi signal frá landsstýrinum, og tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag fult undir við hesum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag vónar, at politiska skipanin stendur saman um átøkini í hjálparpakkanum. Tað er sera umráðandi, at vit í hesi heilt serligu støðuni standa sterk saman um at verja okkara búskap, vinnulív og starvsfólk, soleiðis at vit koma gjøgnum hesar avbjóðingar so væl sum yvirhøvur gjørligt. Okkara partur skal so ikki liggja eftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald