Innanlands

Vinnuøkið á Hulki – spunsur verður nú uppsettur

Munandi betri pláss til vinnuvirksemi á havnalagnum á Hulki – kann væntandi takast í nýtslu móti ársenda

2020-05-13 16:55 Author image
Innsent
placeholder

Arbeiðið við at gera nýggja bryggju og vinnuøki á Hulki í Sjóvar kommunu gongur væl. Sprongt er í økinum norðan fyri Vaðhorn Seafood, og hetta arbeiðið er nú so væl áliðið, at í dag bleiv arbeiðið við at seta spunsvegginin upp byrjað.

Væntandi kemur tað at taka umleið eina viku at seta sjálvan spunsin upp, og um ein mánað er spunsurin tryggjaður við akkerum. Kommunan heitir tí á skipaferðsluna eftir fjørðinum, um at vísa varsemi og at sigla varisliga fram við økinum á Hulki tann næsta mánaðin.

Arbeiðið við at gera endaliga ætlan viðvíkjandi tekniskum innleggingum er komið væl áleiðis, og kommunan fegnast um góða samstarvið við Spf Rókina, Landsbyggifelagið, Vaðhorn Seafood og SEV um verkætlanina.

Verður munandi rúmsáttari
Verkætlanin verður liðug seint í ár ella fyrst í 2021, og tá fær vinnulívið munandi rúmsáttari og betri karmar til sítt virksemi. Sjálvt vinnuøkið verður økt við umleið 4.500 fermetrum og hartil verður bryggja við minimum 12 metra dýpi frammanfyri og nýmótans tøkniligum tænastum.

Skálafjørðurin er ein av Føroya bestu náttúruhavnum, og umstøðurnar við Hulkin á Strondum eru serliga góðar, tá ið hugsað verður um veðurlag. Væl goymdar og vardar lógu sluppirnar fyri íla um vetrarnar, og í 1950’unum og 1960’unum var sera nógv virksemi tá ið sildaarbeiðið var í hæddini, og tá bleiv verandi havnaøki gjørt.

Seinast í 1970’unum varð bygt eitt alginatvirki, og í dag brúkar Vaðhorn Seafood hetta virkið til sína framleiðslu, umframt at teir hava bygt virkið út.

Bert fáar hundrað metrar frá tunlinum
Við nýggju samferðsluætlanini og vegakervinum liggur økið eisini serliga væl fyri, bert fáar hundrað metrar frá Eysturoyartunlinum. Harumframt er eisini avmarkað við búseting í økinum, og tí vil eitt økt virksemi bert í avmarkaðan mun órógva bústaðarøkir. Útbyggingarmøguleikar er bæði norðureftir og suðureftir, eins og hugsast kann, at bergið vestanfyri kann nýtast til goymslu og frysting.

Sjóvar kommuna ásannar týdningin av at skapa nýmótans karmar fyri vinnuligum virksemi, og vónar, at verkætlanin fer at økja um áhugan at reka vinnuvirksemi í økinum, og skapa fortreytir fyri trivnaði og framburði. 

Myndirnar eru av heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder