Skúlablaðið: Aftur í ár eydnaðist tað Námi at vinna gull til eina av útgávunum, sum var í uppskoti til BELMA. Hesa ferð varð tað Dropar 7, lesibókin til 7. flokk, sum endaði á fyrstaplássinum í kappingini um bestu lærubókina til hádeild. Tað eru Lív Ingolfsdóttir Magnussen og Annelisa Rasmussen, lærarar í Tofta skúla, sum hava skrivað bókina.
Tað er felagsskapurin EEPG (European Educational Publishers Group), sum skipar fyri BELMA (Best European Learning Materials Awards), og sum á hvørjum ári heiðrar bestu útgávurnar til ymsu árgangirnar. Dómsnevndin hevur í síni meting lagt dent á ymisk viðurskifti, sum tala fyri at heiðra Dropar 7 við fínasta metallinum.
Eitt nú fær bókin stórt rós fyri bygnað, aldurssvarandi tekstir, javnstøðu millum mannligar og kvinnuligar høvundar og høvuðspersónar, fjølbroyttar lesihættir og arbeiðshættir sum heild. Harafturat fær bókin stórt rós fyri grafiska sniðið, sum stimbrar lesihugin og bjóðar hugflognum hjá næminginum av. Sagt verður um sniðið, at tað bæði er modernað og nýhugsandi í síni myndprýðing, skriftslagi og skiftandi uppsetingum, sum lyfta bókina til eina visuella uppliving á høgum støði.
Høvundar og ritstjórn gleðast um heiðurin. Handan bókina liggur drúgt arbeiði og gott samstarv millum fólk, sum kenna málbólkin allarbest: lærarar, sum hvønn dag eru um næmingarnar í skúlastovunum.
Dropar 7 er í løtuni útseld, men verður uppafturprentað í næstum. Dropar 8 kom í summar, og Dropar 9 verður klár til komandi skúlaár.
Í ummæli í Skúlablað nr 6, 2024 geva Eyðstein Poulsen, Simona Johannesen, Katja Kjartansdóttir og Lydia Joensen, ið øll eru lærarar á Skúlatrøð í Klaksvík, bókini sítt besta viðmæli. Tey siga eitt nú:
- Í lesibókini verður gjørt nógv burtur úr lesifatan, og hvussu tú skalt lesa fyri at læra, fáa vitan, undrast og greina. Eisini hvør munur er á at lesa ein tekst í skúlanum og arbeiða við honum og at lesa ein tekst ella bók heima fyri at hugna tær. Rithøvundarnar koma við góðum ráðum um ymiskar lesihættir. Serliga teir 10 góðu lesivanarnir, sum eru at finna í bókini, geva eina góða frágreiðing um, hvussu tú kann gerast ein góður lesari. Eisini er stutt og greið vegleiðing um yvirlitslesing, punktlesing og nærlesing.
Tá byrjast skal við einum nýggjum parti í lesibókini, verður greitt frá málsetninginum fyri partin, og hvat vit fara at læra. Somuleiðis endar parturin eisini við, hvat vit hava lært higartil.
Aftast í bókini finna vit teir ymisku greiningarfrymlarnar við frágreiðing, sum brúkast skulu til uppgávurnar í bókini. Her er vert at nevna VYL-talvuna, ið er sera hent at arbeiða við. Næmingarnir skilja væl hesa uppsetingina og fáa eina greiðari fatan av, hvussu og hvørjum arbeiðast skal fram ímóti.
- Vit, sum høvdu 7. árgang í føroyskum á Skúlatrøð í fjør, valdu at brúka Dropar 7 í undirvísingini. Hetta vísti seg at vera ein góð avgerð, tí hóast læraravegleiðingin ikki var tøk í byrjanini, og alt ikki riggaði sum tað skuldi á ibok, so var bókin sera løtt at brúka. Lesibókin er sera væl úr hondum greidd. Við litføgrum og áhugaverdum myndum, sum kunnu geva eitt gott prát og undran, viðkomandi søgur – bæði gamlar og nýggjar, javnvág millum kvinnuligar og mannligar rithøvundar og aldursvarandi tilfar, ið fangar næmingar í hesum árgangi, hevur hetta verið ein spennandi lesibók at undirvíst í.
Les alt ummælið í Skúlablað nr 6, 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald