Mentan

Virðisløntur brasilskur spenningsfilmur við leikstjóravitjan í Havnar Bio

Brasilski leikstjórin Daniel Bandeira er í hesum døgum í listafólkabústaði í Føroyum, og í hesum sambandi verður virðislønti spenningsfilmur hansara "Property" sýndur til eina sersýning í Havnar Bio, mánakvøldið 30. oktober

2023-10-28 11:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Brasilski leikstjórin Daniel Bandeira (1979), er í hesum døgum í listafólkabústaði í Føroyum. Í hesum sambandi verður virðislønti spenningsfilmur hansara "Property" sýndur til eina sersýning í Havnar Bio, mánakvøldið kl. 19:00. Gudmund Helmsdal fer at seta spurningar til leikstjóran eftir filmin.

Fyri at verja seg ímóti arbeiðsfólkinum á arvafesti sínum, sum nú gera uppreistur, læsir sniðgevin Teresa seg inni í einum brynjaðum bili. Klokkan gongur, og spenningurin økist so hvørt. Einans hert glas skilir nú teirra heim sundur - og ikki slepst undan einum samanbresti.

"Property" er ein spennandi og óhugnaligur filmur um politiskan veruleikan í Brasilia og vísir gjónna millum eliteru individualismuna hjá teimum ríku, og kollektiva vreiðina hjá teimum fátøku í landinum.

Tað er ein samanrenning av John Carpenter og Sam Peckinpah, um teir settu sjóneykuna á radikalu kapitalismuna.

Filmurin hevði frumsýning á filmsstevnuni í Berlin í ár, og hevur síðan ferðast víða á festivalum. Hann vann høvuðsvinningin á Fantastic Fest í Austin, Texas, ið er størsti og mest umráðandi filmsstevnan fyri spenningsfilmar.

Filmurin er 101 minuttir til longdar, og tað verða uml. 10 min. til samrøðu og spurningar við leikstjóran eftir sýningina.  Tað verður bert ein sýning.

Atgongumerki fáast á bio.fo. Filmurin er ikki fyri børn.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder