2025-04-25 08:35

Løgreglan hevur aftur verið úti og kannað ferðsluna í gjár.
Um middagsleitið vóru ferðkanningar gjørdar í Norðoyartunlinum. Ein førari fekk klipp umframt bót fyri at koyra dekan ov skjótt.
Seinni varð hildið eygað við yvirhálingum á landsvegastrekkinum við Lambareiði, har tað eru sonevndar sperriflatur, og altso ikki loyvt at koyra á.
Tað vísti seg at vera trupult hjá fleiri at halda seg til hetta. Trý klipp vórðu givin hesa løtuna, løgreglan eygleiddi ferðsluna í økinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald