Mentan

Virgar skrivað bók um P. M. Dam

Ævisøgan “Petur Mohr Dam – Føroya sociali arkitektur” verður løgd fram á tiltøkum í Havn, Skopun, Trongisvági og í Klaksvík

Petur Mohr Dam (1898-1968)

Petur Mohr Dam (1898-1968)

2023-11-13 19:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mikukvøldið 15. november verður framløga í Miðlahúsinum í Vágsbotni av bók, sum Virgar Tórarson Dalsgaard hevur skrivað um tann viðgitna stríðsmannin, sum í meira enn fjøruti ár var turbulentur miðdepil í føroyskari nútíðarsøgu.

Virgar Tórarson Dalsgaard er pensioneraður fólkaskúlalærari. Hann hevur sum útiseti búð í meira enn tveir mansaldrar í Danmark, men kortini meginpartin av tíðini fylgt við sum politiskur eygleiðari.

[object Object]Virgar T. Dalsgaard

Hann er nú á døgum millum tey fáu, sum hava kent Petur Mohr Dam persónliga, og hevur tí sett sær fyri at lýsa javnaðarhøvdingin, bæði sum privatpersón, undirvísara, skald og socialan stríðsmann.

Petur Mohr Dam (1898-1968) var maður, sum var føddur við silvurskeið í munni, men misti hana! Hann var borin til eitt ríkt kongsfesti í Kollafirði, og vaks upp í einum tryggum handilshúsi í Skopun, men misti pápa sín sum lítil óviti og mátti seinni, eftir langa sjúkralegu, siga kongsfestið frá sær. Handilin mátti steingja, so alt húskið var rakt av fátækradømi og stórari neyð.

Petur Mohr beit saman tenn, smoygdi seinni sínar socialu ermar upp og herjaði kompromisleysur móti armóð og órætti.

Eftir stutta frásøgn frá Virgari um bókina og orsøkir til útgávuna, verður høvi til spurningar. Eftir tað verður bókin seld fyri favørprís og við tilboði um signering.

Tiltakið í miðlahúsinum mikukkvøldið kl. 19 er fyrsta av fleiri tiltøkum við bókaframløgu. Hóskvøldið kl. 18 verður hon løgd fram í Samljóði í Skopun, mánadagin 20. november kl. 20 í kantinuni í Trongisvágs skúla og týsdagin 21. november í Klaksvíkar bókasavni. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder