Ruðuleikin í Suðurkorea heldur fram. Tað hevur verið ógvuliga ófriðarligt á serliga politiska pallinum seinastu vikurnar, har undantaksstøða, mótmæli, handtøkur og fólk sum hava lagt frá sær, hava sett sín dám á.
Forsetin Yoon Suk-yeol varð fyribils sendur til hús fyrr í mánaðinum, og 14. desember atkvøddi ein meiriluti í suðurkoreanska tjóðartinginum fyri at reisa ríkisrættarmál móti forsetanum, Yoon Suk-yeol.
Sí eisini: Ríkisrættarmál reist móti forsetanum
3. desember lýsti hann hernaðarliga undantaksstøðu í landinum. Undantaksstøðan varð tó sett úr gildi aftur nakrar tímar seinni, eftir at tað eydnaðist 190 tjóðartingslimum við atkvøðugreiðslu at steðga undantaksstøðuni. Yoon Suk-yeol er skuldsettur fyri landasvik vegna hendingina.
Han Duck-soo, forsætisráðharri, avloysti Suk-yeol sum fyribils forseti 14. desember. Men nú rýkur hann eisini.
Orsøkin er, at Duck-soo hevur víst aftur at útpeika tríggjar ríkisrættardómarar, sum skulu døma í málinum um Suk-yeol. Út av hesum kom uppskot um at reisa enn eitt ríkisrættarmál.
Tjóðartingið hevur við greiðum meiriluta í dag atkvøtt fyri hesum, og Han Duck-soo hevur tikið avleiðingina og boða frá, at hann tekur seg aftur sum virkandi forseta í Suðurkorea.
Tað verður Choi Sang-mok, sum tekur yvir sum fyribils forseti í Suðurkorea. Hetta skrivar Reuters. Sang-mok er fíggjarmálaráðharri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald