Klaksvíkar kommuna er samstarvspartur hjá Fólkaheilsuráðnum, sum stendur fyri átakinum ABC fyri sálarheilsu. Eisini hevur Klaksvíkar kommuna seinastu árini við átakinum Slóða fyri, sett umhvørvið á breddan. Undir heitinum Virkið vár verður við hesum báðum átøkunum varpað ljós á kropsliga og sálarliga heilsu, samstundis sum lagt verður upp til, at borgarar brúka náttúruna og harvið fáa upplivingar, sum kunnu eggja til góðar útivanar.
Annika S. Biskopstø, forkvinna í heilsunevndini, sigur, at hetta er fyrsta átakið hjá nýggju heilsunevndini, sum hevur til endamáls at eggja og seta í verk tiltøk til frama fyri betri heilsu- og umhvørvisviðurskiftum.
- At vera virkin uttandura í okkara býi, bygdum og náttúru gagnar okkum øllum væl. Vit kenna øll, hvussu væl vit eru fyri, tá vit hava rokast úti og fara glað og troytt til songar. Ella tá vit hava verið úti og notið friðin, luftina og vakra útsýnið vit eru umringað av.
- Í sambandi við Virkið vár, hava vit millum annað bjóðað stovnum, áhugafeløgum og øðrum at taka lut við ymiskum tiltøkum, sum eggja til, at vit kunnu vera saman, virkin og hugbundin m.a. úti í náttúruni. Í hesum sambandi kann eg m.a. nevna, at skipað verður fyri einum familjutúri í Hagadal, har familjur kunnu fara ein gongutúr og njóta náttúruna og síggja smálombini, sum eru komin, og seinni verður eisini møguleiki hjá barnagarðsbørnum at planta trø í býarrúminum, sigur Annika S. Biskopstø.
Leygardagin 8. mai verður Virkið vár skotið í gongd. Hendan dagin skipar Treysti eisini fyri NS hálvmaraton, og í tí sambandi verða Stoyksoyravegur, Klaksvíksvegur, Biskupstøðgøta Nólsoyar Pálsgøta og partur av Stangavegnum stongd fyri ferðslu, men lagt verður upp til hugnaliga samveru kring rutuna, tá ið runnið verður. Kommunan setur benkur og fløgg upp ymsastaðni, og eggjar fólki at fara út at njóta friðin á vegunum, hugna sær á einum bonki, hoppa band, lakka paradís ella eitt hvørt annað, sum stuðlar undir hugnaliga samveru.
Skráin fyri Virkið vár leygardagin 8. mai er tøk her. Sum mánaðurin líður, koma onnur tiltøk eisini á skrá. Serliga vera tað leygardagarnir fram til 5. juni, at ymiskt verður á skrá. Til ber at fylgja við á facebook-tiltakinum Virkið vár og á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.
Forkvinnan í heilsunevndini sigur til seinast, at hugskot til skránna framvegis eru vælkomin, tí eitt av endamálunum við hesum átakinum er nevnliga at sjónligera tiltøk og átøk, sum longu eru á skrá hjá áhugafeløgum, einstaklingum og øðrum. Á hendan hátt fáa vit sum kommuna verið við til at varpa ljós á tiltøk, sum eru heilsu- og umhvørvisfremjandi, sigur Annika S. Biskopstø.
Kunning um tiltøk, sum eru heilsu- og umhvørvisfremjandi, og sum eru á skrá í tíðarskeiðinum 8. mai til 5. juni, kunnu sendast til Duritu Samuelsen umvegis [email protected].
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald