Innanlands

Vísindavøkan á ferð kring landið

15. til 22. september fer Vísindavøkan á ferð, og tá verða fýra ymisk tiltøk á Sandi, í Runavík, í Klaksvík og í Sørvági

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-09-04 10:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftur í ár fer Vísindavøkan á ferð kring landið, og hesuferð verður talan um fýra tiltøk í tíðarskeiðinum 15. til 22. september – á Sandi, í Runavík, í Klaksvík og í Sørvági.

Tiltøkini eru skipaði eftir sama leisti. Á hvørjum tiltaki verða tvær-tríggjar framløgur, 20-25 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum. Høvi verður at seta spurningar og kaffi verður at fáa. Hvør framløga verður bert hildin eina ferð, so møguleiki er at fara til fýra ymisk tiltøk, skrivar Granskingarráðið.

Skráin:

Sands Bókasavn mikukvøldið 15. september kl. 19

"Skolen settes paa Sands.” Ætlan um bygdaskúlar í Føroyum 1737.
Jákup Reinert Hansen, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

Føroyska undirgrundin sum CO2 goymsla
Óluva R. Eidesgaard, Jarðfeingi

Náttúruyrking frá landslagi til vistfrøði
Malan Marnersdóttir, Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetrið


Bókasavnið við Løkin mánakvøldið 20. september kl. 19

Í Roynd og Veru: Hybrid og grøna loysnin - Hvussu kann ferðslan á landi og sjógvi gerast leys av olju.
Kári Mortensen, Umhvørvisstovan

Samstarvið millum frítíðarskúla og skúla: Hvat riggar, og hvat krevur ábót?
Rúna í Skála, Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetrið

"Beware of little expenses; a small leak will sink a great ship”: a case study of the North Atlantic pelagic fisheries
Zvonko Mrdalo, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið


Klaksvíkar Bókasavn týskvøldið 21. september kl. 19

Føroyskur fiskivinnupolitikkur seinastu gott 40 árini
Hans Ellefsen, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

Náttúran í Koltri
Jón Aldará, Tjóðsavnið

Í Roynd og Veru: Sólorka - Royndir við sólorku í Føroyum. Loysir tað seg?
Bjarti Thomsen, Umhvørvisstovan


Sørvágs Bókasavn mikukvøldið 22. september kl. 19

Føroysk purisma
Jógvan í Lon Jacobsen, Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetrið

Í Roynd og Veru: Grundvatn - Hvussu vatnið í undirgrundini kann brúkast til veiting av brúksvatni og leiklutin, sum vatnið hevur í samband við jarðhita.
Meinhard Eliasen, Umhvørvisstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder