2019-01-18 23:00
Granskarar á universitetinum í Edinburgh siga seg kunna spáa um, hvørt ein persónur kann vænta at lva longri ella styttri enn miðalið. Hetta, við at hyggja eftir DNA´num hjá viðkomandi. Tað skrivar Science Daily á heimasíðuna í dag.
Granskingarbólkurin hevur greinað samlaðu úrslitunum av genetiskum variatiónum, sum ávirka livitíðina, og hava síðan sett hetta í stigatalvur.
Fólk, ið lógu í topp-tíggju í talvuni, kundu vænta at liva í upp til fimm ár longri, enn tey, ið lógu niðast á stigatalvuni.
Granskingarúrslitini avdúkaðu eisini nýggja vitan um sjúkur og lívfrøðiligu mekanismurnar, ið gera seg galdandi í aldran.
Les meira HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald