2020-03-14 13:50
Visit Faroe Islands heitir á øll, sum enn hava Airbnb gestir búgvandi, um at kunna sínar gestir um døgførdu støðuna viðvíkjandi coronavirusinum.
Í skrivi vísir Visit Faroe Islands á, at har kunnu vera ferðafólk í Føroyum, sum av ymiskum orsøkum ikki eru dagførd um støðuna, eitt nú um tey eru komin úr londum, sum ikki hava nógvar tilburðir.
– Tað er tí umráðandi, at føroyingar, ið hava gestir úr útlondum, syrgja fyri, at teirra gestir eru dagførd um støðuna. Meira kunning fæst við at venda sær til flutningsfelagið, sum viðkomandi er komin til Føroyar við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald