Nevndin í Visit Vágum hevur sett Michael Koba sum fyribilsstjóra fyri Visit Vágar frá 1. apríl 2020. Stjórin byrjar sostatt beinavegin.
Nevndin metir tað vera av stórum týdningi, at felagið virkar optimalt, nú korona-kreppan herjar um alla verðina og rakar føroysku ferðavinnuna so sera hart. Ferðavinnan hevur tørv á nýhugsan, menning og at gera seg klára til at koma fyri seg aftur.
Felagið stendur fyri størri broytingum, umframt at felagið saman við Visit Faroe Islands eisini hevur sett gongd á eina størri menningarætlan fyri Vágar.
Nevndarformaður er Jens Kristian Haraldsen. Visit Vágar hevur 1 fulltíðarstarv og 1 samskiftisfólk ¼ tíð.
Felagið hevur eisini valt at útseta árliga aðalfundin vegna herd Korona-krøv til at savnast.
Innanlands
Visit Vágar sett Michael Koba sum fyribilsstjóra
Hann tekur beinanvegin við starvinum. Nevndin metir tað vera av stórum týdningi, at felagið koyrir víðari á best møguligan hátt, nú koronakreppan herjar
2020-04-03 17:17
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald