Innanlands

Vísundavøka verður í dag

Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju er karmur um Vísundavøkuna 2019

2019-09-20 07:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgun verða dyrnar latnar upp fyri Vísindavøkuni í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju í Havn.

16 framløgur vera í Kongshøll á fjórðu hædd í Sjóvinnuhúsinum. Hesar spenna víða, frá spurninginum um, hvar plastið í havinum kring Føroyar endar, kanningar av vistskipanini við DNA dyrging, til tíðina, tá kvinnur arvaðu helvtina av tí, menn arvaðu og til hvar eru víkingagravir í Føroyum.

Á Svalanum á aðru hædd ber til at síggja við egnum eygum, hvat granskarar finna í havhestamagum, hvussu teir síggja kynið á laksum, hvussu streymur ferðast í sjógvi og hvør upprunin á fólkanøvnum í Føroyum er. Til ber at gera DNA royndir og royna VR heimin.  

Uttanfyri í tjøldunum eru eksperiment fyri børn og vaksin og ymsir fiskar at síggja.

Kl. 11.45 fer nýggi rektarin á Fróðskaparsetrinum, Chik Collins at halda røðu, og kl. 15.30 verður heiðursløn latin fyri framúrskarandi miðling av gransking.

Titakið er alment og ókeypis. Skráin fyri Vísindavøku sæst á gransking.fo 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder