Innanlands

Vit áttu 16 milliardir í pensjónsuppsparing um ársskiftið

Tveir triðingar av eftirlønaruppsparingini í føroyskum pensjónsfeløgum eru forskattaðir.

2026-10-29 10:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Privata eftirlønaruppsparingin í føroyskum pensjónsfeløgum og bankum, var við ársenda 2025 12,4 milliardir krónur, vísir ein uppgerð hjá Landsbanka Føroya.

Av hesum vóru tveir triðingar forskattaðir og ein triðingur, ið skulu skattast við útgjald.

Menninir áttu 7,3 milliardir og kvinnurnar 5,1 milliardir av teimum 12,4 milliardunum tilsamans. Eftirlønaruppsparingarnar í Føroyum øktust við 1 milliard krónum ella við 9 prosentum frá 2024 til 2025.

Harafturat áttu føroyingar privatar eftirlønaruppsparingar í donskum pensjónsfeløgum fyri 3,5 milliardir krónur í 2025. Samlaða privata eftirlønaruppsparingin var tí 15,9 milliardir ella 54 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, BTÚ, í 2025. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder