placeholder
Innanlands

Vit bróta ferðslulógina ov ofta

Higartil í ár hevur løgreglan skrivað 1861 mál fyri brot á ferðslulógina

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-11-18 22:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Higartil í ár hevur løgreglan skrivað 1861 mál fyri brot á ferðslulógina. Tað upplýsir løgreglan í tíðindaskrivi í dag.

377 mál eru skrivaði fyri lógarbrot, sum føra til klipp í koyrikortið. 338 mál eru skrivaði viðvíkjandi handhildnari fartelefon og 230 mál eru skrivaði viðvíkjandi ov høgari ferð.

Uppgerðin vísir, at tað framhaldandi er neyðugt at gera vart við týdningin av, at ferðandi í ferðsluni eru árvakin og skynsom. 

- Vit kunnu staðfesta, at helmingurin av øllum málunum viðvíkja ferðslulógarbrotum, har vit av royndum vita, at ferðslutrygdin hjá borgarunum verður sett í týðandi vanda, skrivar løgreglan.

Í 2018 doyði eingin persónur í ferðsluni. Í 2019 doyði ein persónur í ferðsluni. Higartil í 2020 er eingin persónur deyður í ferðsluni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder