Innanlands

Vit ræðast ikki kapping úr høvuðsstaðnum

Blaðið Vikuskifti: - Øll vita, at Runavík er ein náttúruhavn, og bjóða vit røttu umstøðurnar til okkara viðskiftafólk, veit eg, at vit fara at standa okkum í kappingini, sigur stjórin í Runavíkar Havn

Brandur Højgaard, havnafúti (Mynd: Jens Kr. Vang)

Brandur Højgaard, havnafúti (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-10-24 17:21 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

- Nei, vit óttast ikki kappingina frá høvuðsstaðnum. Runavík er ein náttúruhavn, og hetta er sjálvandi ein fyrimunur fyri okkum. Væl at merkja, um vit kunnu bjóða rættar umstøður til tey, sum vilja staðsseta teirra virksemi her. Tað haldi eg eisini, at vit hava fingið. Eitt dømi um økta áhugan fyri okkum er Samskip, sum í august flutti sítt virksemi av Signabø og inn til okkum, sigur Brandur Højgaard.

Somuleiðis vísir hann á, at Smyril Line hevur ætlanir um at seta Runavík á ferðaætlanina hjá farmaskipunum. Felagið eigur eisini flutningsfyritøkuna OCD, sum fer at byggja ein stóran goymslubygning á havnarlagnum, eins og kommunan hevur latið teimum tilsøgn til seinni at byggja eina køli- og frystigoymslu við havnina.

Les alla greinina í Blaðnum Vikuskifti, sum er nýggja blaðið hjá Portalinum, og sum kemur út hvønn leygarmorgun klokkan 7.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder