Mentan

Vit vóru ung: Nýggjur sangur hjá Árna Andreasen

”Vit vóru ung” er ein glaður summarsangur sum hevur eitt dám av reggaerútmun í sær

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-06-25 15:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

”Vit vóru ung” eitur nýggjasti sangurin hjá Árna Andreasen.

Í februar útgav Árni sangin ”Tá eg sá teg”, sum náddi hæddirnar eftir stuttari tíð. Nú kemur so tann næsti sangurin sum er um glaðar ungdómsdagar.

Orðini til sangin hevur Árni skrivað saman við Janus Nolsø. Lagið hevur Árni gjørt fyri nøkrum árum síðani, og enn einaferð er tað sonur Árna, Julian sum hevur staðið fyri upptøkum, ljóblanding og mastring. Johan Henze hevur spælt trompetir til sangin.

”Vit vóru ung” er ein glaður summarsangur sum hevur eitt dám av reggaerútmun í sær, er lættur at syngja til, og fær fólk í gott lag.

Árni og Julian skulu saman við bólki framføra á Tórsfest 22 juli kl. 19 og tá verður møguleikin at hoyra hendan nýggja sangin framførdan saman við væl umtøkta ”Tá eg sá teg” umframt aðrar sangir sum Árni og Marnar góvu út fyri nógvum árum síðani.

”Vit vóru ung” kann hoyrast á Spotify og Youtube.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder