2020-11-19 16:55

Í gjárkvøldið varð avgjørt, at skoytibreytin í Havn kortini ikki verður í Vágsbotni, sum kommunan ætlaði, men hvar hon verður sett upp í staðin er enn ikki greitt.
Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur við Útvarpið, at tað verður greitt ein av komandi døgunum. Málið er ikki samtykt í býráðnum, og tí kunnu tey av røttum taka eina skjota avgerð.
– Her eru nøkur uppskot, sum vit sjálvandi mugu viðgerða nærri, áðrenn vit fara út við, hvar tað verður, sigur hon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald