placeholder
Innanlands

Vitja Húsavíkar kirkju heima

Tvífalt so nógvar kirkjur eru nú tøkar undir tykisferðum hjá fólkakirkjuni, sum tað upprunaliga var.

Fólkakirkjan er farin undir eina tilgongd at gera allar kirkjur í Føroyum tøkar til

Fólkakirkjan er farin undir eina tilgongd at gera allar kirkjur í Føroyum tøkar til "Tykisferð". Húsavíkar kirkja er tann fjórða í røðini (Mynd: folkakirkjan.fo)

2025-02-12 16:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Húsfrúgvin í Húsavík reið í kirkju. Vit kunnu vitja kirkjuna heima - á skíggjanum.

Soleiðis skrivar Fólkakirkjan á heimasíðu sínari. 

Fólkakirkjan er farin undir eina tilgongd at gera allar kirkjur í Føroyum tøkar til "Tykisferð".

Hetta merkir, at ein kann sita á telefonini ella við teldu og nærum veruliga hyggja eftir einari kirkju.

Til hvørja kirkju eru eisini ymiskar upplýsingar knýttar.

Sí eisini: Á tykisferð inn í føroysku kirkjurnar 

Soleiðis er nú við Húsavíkar kirkju. Bygdin á Sandoynni hevur eisini sína serstøku kirkju, sum nú er tøk á tykisferðir.

Tað gjørdist hon í gjár. Heimasíðan folkakirkjan.fo greiðir soleiðis frá: 

- Ovast á síðuni ber til at trýsta á Tykisferðir. Í høgra bredda ber til at trýsta á "Menu", og har sæst at fýra kirkjur er tøkar: Christianskirkjan, gamla Gøtu kirkja, Sandavágs kirkja og Húsavíkar kirkja.

Ætlandi verður Eiðis kirkja tøk um góða viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder