
- Nærvera og eitt hugnaligt prát hjálpa ímóti einsemi. Øll fáa gleði av góðari samveru – bæði tann, ið vitjar og tann, ið fær vitjan. Tað eru ikki øll, sum hava ein stóra familju, og tí kunnu vera rættiliga einsamøll. Í Vestmanna skulu øll hava møguleika at hava eitt gott sosialt lív.
Soleiðis skrivar Vestmanna Kommuna á heimasíðu sínari, í samband við at farið nú verið undir nýtt átak í bygdini við vitjanarvinum.
Ein vitjanarvinur verður lýstur sum ein persónur, sum sjálvboðin bjóðar seg fram at vitja fólk eina løtu, eina ferð um vikuna.
Til ber at ganga ein túr, fáa eitt gott prát afturvið einum kaffimunni ella okkurt heilt triðja, og meiningin er, at hetta skal verða ein vælgivin løta, sum millum annað kann hjálpa fólki, ið kenna seg einsamøll.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald