Uttanlands

Vivek Ramaswamy farin úr valstríðnum

Á fyrsta undanvalinum hjá republikanarunum í Iowa í nátt kom vinnulívsmaðurin á eitt fjórða pláss – Hann stuðlar nú Donald Trump

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-01-16 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vinnulívsmaðurin Vivek Ramaswamy er ikki longur við í stríðnum um at gerast republikanskt forsetavalevni.

Tað boðaði hann frá á veljarafundi, sum varð stroymdur beinleiðis á sosiala miðlinum X.

Sambært Ramaswamy er ikki longur nakar møguleiki hjá honum at gerast forseti, og stuðlar hann í staðin Donald Trump, sum vann greitt á fyrsta undanvalinum í statinum Iowa í nátt okkara tíð.

Les eisini: Stórsigur til Trump í Iowa

Sambært New York Times kom Ramaswamy á eitt fjórðapláss við 7,7 prosent av atkvøðunum. Frammanfyri vóru bæði Donald Trump, Ron DeSantis, og Nikki Haley.

Ramaswamy sigur, sambært Ritzau, at hann nú fer at gera alt tað, hann kann, fyri at Trump aftur skal gerast forseti.

– Hann eigur at verða tann næsti forsetin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder