Innanlands

Vivino skaffar eina milliard krónur

Stórur áhugi fyri vín-appini hjá Heina Zachariassen

Heini Zachariassen (Savnsmynd)

Heini Zachariassen (Savnsmynd)

2021-02-03 15:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vínappin Vivino, sum hoyvíkingurin Heini Zachariassen hevur stovnað, hevur stóra viðgongd, og nógv vilja vera við í menningini.

Vivino hevur júst reist ikki minni enn 155 milliónir dollarar í nýggjum kapitali. Tað svarar til næstan eina milliard krónur, skrivar Børsen.

Svenska íløgufelagið Kinnevik, hevur sett eina hálva milliard í Vivino. Harafturat kemur bretska felagið Sprints Capital og tey bæði feløgini, sum longu frammanundan eru partur av Vivino, GP Bullhound og grunnurin, Creandum.

- Tað kennist óveruligt, at tað, sum byrjaði í einum kjallara á Amager, kundi gerast sto stórt, sigur Heini Zachariassen við Børsen.

Vivino er ein app, ið ger tað møguligt hjá brúkaranum at skanna eina vínfløsku og síggja hvat aðrir brúkarar halda um vínið, og miðalprísin fyri fløskuna. Eisini er møguligt at bíleggja vín gjøgnum appina. Appin tekur eitt lítið gjald fyri handilin.

Heini Zachariassen og vinmaður hansara, Theis Søndergaard, stovnaðu Vivino í 2010.

Les eisini: Hann órógvaði vínheimin – men eisini familjuna 

Sí filmin um Heina og Vivino: Disrupting Wine – Lívið hjá einum íverkseta 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder