Filmurin ”Disrupting Wine – The Life of an Entrepreneur” kann frá leygardegnum síggjast á portal.fo
- Tað er so nógv at hoyra um, hvussu væl tað gongst mær og fyritøkuni Vivino. Men alt hevur sín prís, og tann truplasti parturin í menningini av Vivino til tað, Vivino er nú, var avgerðin um at flyta alla familjuna til Kalifornia.
Orðini eigur íverksetin Heini Zachariassen, sum má sigast at vera ein av framgangsríkastu føroysku vinnulívsfólkunum á altjóða støði.
Fyritøkan Vivino, sum Heini stovnaði saman við vinmanninum Theis Søndergaard fyri tíggju árum síðani, er í dag heimsins størsti vínmarknaður á netinum. Appin, har brúkararnir geva og leita sær ráð um øll heimsins vín, hevur í dag næstan 50 milliónir brúkarar.
Søgan um hoyvíksdrongin, sum valdi at flyta til San Fransisco ”tí skalt tú leggja heimin fyri tínar føtur, mást tú vinna á USA fyrst”, verður nú lýst í einum hugtakandi føroyskt framleiddum heimildarfilmi, sum Johan Rimestad hevur gjørt saman við Rógva Langgaard, ið eisini er fotografur.
”Disrupting Wine – The Life of an Entrepreneur” eitur filmurin, ”Órógva vín – Lívið hjá einum Íverkseta.
Filmurin hevur síðan beint fyri ólavsøku verið tøkur á filmstænastuni Amazon Prime har hann kann síggjast fyri eitt ávíst gjald.
Tung avgerð at flyta familjuna
Í filminum greiðir Heini Zachariassen frá, hvussu Vivino varð til, hvat hugskotið aftanfyri var, og hvussu fyritøkan hevur ment seg til at vera ein risi á sínum øki.
Men tann mest hugtakandi søgan í filminum er tó ærliga forteljingin um hvussu tað var at taka avgerðina um at slíta bondini og flyta við konuni Maibritt og trimum børnum, Barbaru, Bastian og Paulu, tvørtur um hav til San Fransisco, so Vivino kundi staðsetast mitt millum Silicon Valley og Napa Valley – dalirnir sum eru ímyndin av ávíkavist heimsførandi KT-vinnu og heimsførandi vínframleiðslu.
- Tað, sum fólk hoyra um meg, er ofta succes’in. Men tey eiga eisini at vita, at tað liggur nógv og hart arbeiði aftanfyri, og at succes hevur sín prís. Tað haldi eg kemur rættiliga væl fram í filminum, sigur Heini Zachariassen.
- Tann fyrsta tíðin í USA var sera avbjóðandi, serliga fyri børnini, sum skuldu byrja av nýggjum í nýggjum skúla og fáa sær nýggjar vinir uttan at duga serliga væl at tosa málið. Og eg hevði nógv at gera og var nógv heimanífrá. San Fransisco Bay-økið er fantastiskt, men tað var ikki bara lætt í fyrstani.
- Men vit ásannaðu, ella eg ásannaði, at tað var prísurin fyri at náa málinum, eg hevði sett mær við Vivino.
Í filminum kemur týðuliga fram, at Heini ikki hevur so lætt við at tosa um hesi viðurskiftini, og at hann onkursvegna hevur samvitskubit vegna børnini, uttan at tað tó verður sagt í filminum.
- Í dag kann eg siga, at hetta hevur verið eitt fantastiskt upplivilsi fyri børnini, og eg rokni ikki við, at tey vildu verið hetta fyriuttan, hóast longsulin til vinirnar í Danmark og familjuna í Føroyum hevur verið stórur, sigur Heini Zachariassen.
Livir í løtuni
Í filminum sigur hann eisini, at hann ongar ætlanir hevur um einaferð at fortelja abbabørnum sínum, at hann hevði møguleika fyri at gerast størstur innan sítt øki, men tók ikki av, tá hann hevði møguleikan.
- Eg eri eitt menniskja, sum livir í nú’inum. Eg eri til staðar í løtuni, seti mær ikki tíðarmál og hugsi ikki so nógv um framtíðina. Tí hevur tað altíð verið lætt hjá mær at flyta eins væl og taka ímóti nýggjum avbjóðingum, sigur Heini Zachariassen.
Hansara støða í Vivino er nakað broytt í mun til ta støðuna, sum verður lýst í filminum.
Filmurin lýsir hvussu Heini í 2018 lat leiðsluna av Vivino yvir til amerikanaran Chris Tsakalakis, tí mett varð, at fyritøkan hevði brúk fyri einum øðrvísi leiðslustíli.
Men tað vísti seg ikki at vera ein røtt avgerð. Í oktober í fjør varð avtalað gjørd við Tsakalakis um at gevast og Heini tók við aftur sum CEO, sum tey kalla tað ’over there’.
- Chris passaði ikki inn í mentanina í Vivino, greiðir Heini frá ídag.
Youtube’ari
Hetta seinasta árið hevur hann so aftur verið ovasti stjóri í felagnum, og hvussu leingi henda støða fer at halda sær, er óvist.
- Vit hava eyguni úti eftir einum persóni, sum kann átaka sær ovastu leiðsluna, men um tað verður um eitt ella tíggju ár, vit finna hann, kann eg ikki siga í løtuni, sigur Heini Zachariassen.
Filmurin ”Disrupting wine” vísir eisini, hvussu Heini roynir seg sum skeiðshaldara og kveikjara fyri aðrar íverksetar við egnari Youtube-kanal, ”Raw Startup” , eftir at hann fór frá at vera ’CEO’ til at vera ’evangelist’ í fyritøkuni.
- Eg havi stóran áhuga fyri tí, sum gongur fyri seg á miðlum sum Youtube, men síðan eg gjørdist stjóri aftur, havi eg tíverri ikki havt so góðar stundir til hetta virksemið, sigur Heini Zachariassen.
Filmurin ”Disrupting Wine – The Life of an Entrepreneur” kann frá leygardegnum síggjast á portal.fo. Hesin møguleiki er tó bert galdandi fyri brúkarar í Føroyum.
Les: Dokumentarurin um Heina Zachariassen á Portalinum leygardagin
Les eisini: Heini Zacharissen í uppskoti til stóra altjóða heiðursløn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald