Mentan

VoiceZone og Xperiment framføra í Finsen

Hóskvøldið verður felagskonsert við rytmiskum kórtónleiki

Xperiment

Xperiment

2019-09-03 23:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyska, rytmiska ungdómskórið XPERIMENT framførir góð, gomul kvæði, sum vit kenna, tó í einum øðrvísi hami. Eisini verða nýggjari sangir framførdir. Tey eru á leið 25 kórsangarar, og Sigrið Sivertsen leiðir.

VoiceZone er eitt modernað kór úr Keypmannahavn umráðnum. Kórtónleikur teirra er serliga merktur av poppi, tó eisini nakað av acapella.

Kórleiðari teirra er Anders Ørsager, sum hevur undirvíst á rytmiska konservatoriinum í Keypmannahavn í nógv ár. Eisini er hann kendur sum ein av sangarunum í acapella bólkinum Basix.

Harafturat hevur hann luttikið sum sangvegleiðari í sjónvarpssendingum, so sum Melodi Grand Prix og X-Factor, og eisini hevur hann verið í Føroyum og hildið sangskeið.

Felagskonsertin verður í Finsen hóskvøldið klokkan 19:30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder