Innanlands

Vøllurin á Djúpumýru handaður

Fyrsti dysturin varð leiktur í gjárkvøldið og í næstu viku skal Champions League spælast í Klaksvík

Birgir Andreasen, Føroya Møblasøla og Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu (Mynd: Klaksíkar kommuna)

Birgir Andreasen, Føroya Møblasøla og Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu (Mynd: Klaksíkar kommuna)

2024-07-05 09:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinnapartin í gjár varð vøllurin á Djúpumýru formliga handaður Klaksvíkar kommunu.

Tað er minni enn ein mánaður síðani, at avtala varð undirskrivað um keyp av nýggjum vølli, so arbeiðið hevur gingið skjótt og væl, hóast veðrið hevur darvað nakað.

FSF hevur longu góðtikið vøllin, og í løtuni kannar ein kanningarstova, vegna UEFA, vøllin, soleiðis at vøllurin eisini verður góðkendur til altjóða dystir.

[object Object]

- Tær kanningar, sum longu eru gjørdar, síggja gott út, og tí er alt sum bendir á, at vøllurin á Djúpumýru fær sokallaðu UEFA Pro góðkenning, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Tað er Føroya Møblasøla sum hevur veitt nýggja graslíkið í Djúpumýru.

Besta mansliðið hjá KÍ hevur vant nakrar ferðir á nýggja graslíkinum, og vann eisini 4-2 móti B36 í gjárkvøldið. Mikukvøldið tekur KÍ ímóti Differdange úr Luksemborg í fyrsta umfari í Champions League-undankappingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder