
Sunda kommuna og Føroya Møblasøla hava undirskrivað sáttmála um nýggjan graslíkisvøll við Margáir.
Verandi vøllur er frá 2015, er væl brúktur og illa slitin. Seinasta vitjanin hjá FSF staðfesti, at vøllurin ikki longur kann nýtast til dystir á heilum vølli.
Sunda kommuna bað um tilboð uppá nýggjan vøll frá tveimum veitarum. Á eyka býráðsfundi 10. apríl, varð samtykt við 2. viðgerð at taka av tilboðnum frá Føroya Møblasølu/Domo Sports v. Birgir Andreasen.
(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
Nýggi vøllurin hevur korkfyllu, eins og vit kenna tað frá vøllunum í millum annað Klaksvík, Sørvági og í Gøtu. Við at velja korkfyllu hevur Sunda kommuna eisini hugsað um tað umhvørvisliga. Undirlagið undir graslíkinum verður somuleiðis skift. Føroya Møblasøla syrgir fyri veitingini, áleggingini og øðrum, sum hartil hoyrir.
Sunda kommuna og EB/Streymur skulu fyriskipa at taka gamla vøllin av og burturbeina hann. Avtalað er, at álegging av nýggja vøllinum byrjar umleið 30. juni. Arbeiðið tekur væntandi umleið tvær vikur. Fyrst í juni byrjar arbeiðið at taka gamla vøllin av og gera aðrar neyðugar fyrireikingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald