Uttanlands

von der Leyen fríggjar eftir grønum atkvøðum

Avgerandi atkvøðugreiðsla í ES-tinginum í dag – fær Ursula von der Leyen fimm árafturat í máttmiklasta embætinum í Evropa?

Ursula von der Leyen lovaði at halda fast í grøna málsetninginum hjá ES í røðu síni í ES-tinginum undan atkvøðugreiðsluni í dag (Mynd: EPA)

Ursula von der Leyen lovaði at halda fast í grøna málsetninginum hjá ES í røðu síni í ES-tinginum undan atkvøðugreiðsluni í dag (Mynd: EPA)

2024-07-18 10:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag verður ein avgerðandi atkvøðugreiðsla í nývalda ES-tinginum. Avgerðandi fyri Ursulu von der Leyen og framtíð hennara sum ES-nevndarforkvinna. Spurningurin er, um hon skal fáa fimm ár afturat í valdsmiklasta sessi í Evropa.

Fyri at fáa neyðuga meirilutan er neyðugt hjá 65 ára gamla týska politikaranum at sannføra tey grønu um at geva henni sínar atkvøður.

Tí slær Ursula von der Leyen fast í dag, at hon er sinnað at halda fast í veðurlagsmálunum hjá ES.

Á valinum til ES-tingið í juni vunnu høgraflokkarnir fram, og harvið hevur ES-tingið eisini fingið ein meira ivasaman hugburð til veðurlagspolitikkin.

Í byrjanini av seinasta valskeiði lá veðurlagspolitikkurin ovarlaga á dagsskránni hjá ES-nevndini, men hesin er síðan trýstur niður á listanum orsaka av koronafarsóttini og krígnum í Ukraina, skrivar Ritzau.

Ógvuslig mótmæli frá landbúnaðinum og frá brúkarunum um dýrkandi tiltøk, fingu eisini fyrr í ár von der Leyen til at halda aftur, eitt nú við umhvørviskrøvunum til landbúnaðinum.

Men í dag slær sitandi ES-nevndarforkvinnan fast, at hon stendur við veðurlagsmálini.

- Vit skulu og vit vilja halda fast í kósini móti málunum í grøna sáttmálanum, segði Ursula von der Leyen í røðu í ES-tinginum fyrr í dag.

Hon sigur seg eisini vilja arbeiða fyri løgfrøðiliga bindandi ES-málum um at minka um útátið við 90 prosentum innan 2040. Hetta skal slóða fyri einum yvirskipaðum máli um at ES gerst veðurlags-nevtralt í 2050.

Hesum hóvar teimum grønu í ES-tinginum.

Vaksandi stúran hevur verið fyri, at mótstøðan í Týsklandi og vaksandi mótviljin í egna borgarliga tingbólkinum hjá von der Leyen fór at slaka fyri málsetningunum.

Men sambært Ritzau hava veðurlagslyftini hjá von der Leyen nú fingið tey grønu upp í samgonguna, sum stendur aftan fyri hana, og tí væntast hon at fáa fleiri grønar atkvøður, tá atkvøðast skal í dag.

Atkvøðugreiðslan í ES-tinginum er loynilig. Tí kann von der Leyen ikki vera vís í, at allir limirnir í hennara egna tingbólki fara at geva henne sína atkvøðu.

Fyri at tryggja afturval, skal hon hava 361 av teimum 720 atkvøðunum í tinginum.

Skipanin í ES-tinginum er so, at eitt valevni, sum einaferð er vrakað – altso ikki fingið neyðugan meiriluta – ikki kann stillast uppaftur til nýggja atkvøðugreiðslu. Verður eitt evni til ES-nevndarforfólkasessin vrakað, skal eitt nýtt valevni finnast. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder