Innanlands

Vón fingið endaligu góðkenningarnar

Nýggi bjargingarbáturin hjá Eiðis bjargingarfelag, sum kom til Eiðis í síðstu viku, er nú endaliga til reiðar, tá ið tørvur er á honum

Mynd: eidi.fo

Mynd: eidi.fo

2021-08-25 18:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin 16. august var fagnaðarhýrur á keiini á Eiði, tá nýggi bjargingarbáturin “Vón” kom til bygdina eftir ferð úr írska býnum Cork. Hetta skrivar heimasíðan hjá Eiðis kommunu.

- Nógv fólk vóru savnaði saman fyri at fagnað Eiðis bjargingarfelag, nú verkætlan teirra er komin á mál. Til tiltakið spældi Eiðis Ljómfelag nøkur løg fyri fjøldini, og røður vóru bornar fram.

Millum røðararnar hendan dagin í síðstu viku var landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard.

Fyri at báturin skal nýtast krevjast loyvi og góðkenningar, og eidi.fo skrivar, at eftir viðkomandi kanningar var í gjár greitt, at endaligu góðkenningarnar eru komnar upp á pláss. Harvið er Vón nú til reiðar, tá ið tørvur er á honum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder