Innanlands

Vóna at taka metið upp á 1,4 millión

Formaðurin í Reyða Krossi vónar at savna næstan hálva aðru millión inn í kvøld

Jóannes Eidesgaard (Skíggjamynd: Kvf)

Jóannes Eidesgaard (Skíggjamynd: Kvf)

2020-11-15 20:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í mun til undanfarin ár, verður landsinnsavningin hjá Reyða Krossi í ár skipað sum sjónvarpsending, og ikki við eyðkendu hvítu bússunum kring landið.

Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi, vónar at landsinnsavningin fer at geva líka nógv sum vanligt um ikki meira.

- Tað eina árið fingu vit 1,4 milliónir krónur inn við bússunum, og eg havi eitt ynski um, at vit taka tað metið í kvøld, segði Jóannes Eidesgaard í sendingini.

Sendingin, sum skuldi byrja klokkan 19 í Kringvarpinum, hevði ávísar ljóðtrupulleikar frá byrjan og varð brotin av. Klokkan 20 byrjaði hon aftur, og tá riggaði.

Her sæst hvussu tú kanst stuðla

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder