Innanlands

Vónandi nýtt fongsul í 2023

Mjørkadalur er óhóskandi til endamálið – ynskið er eitt nýtt arresthús og fongsul

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-05-01 12:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Tá núverandi leigusáttmáli um Mjørkadal gongur út í 2023 hava vit vónandi eina ætlan á borðinum, so vit sleppa undan at leingja leigusáttmálan.

Soleiðis segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, tá hann í dag svaraði skrivligum spurningi frá Sirið Steenberg í løgtinginum viðvíkjandi arrestini í Mjørkadali.

Tingkvinnan hjá Tjóðveldi vildi hava at vita, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur viðvíkjandi umstøðunum hjá teimum fongslaðu í Mjørkadali, tí tað er staðfest, at viðurskiftini ikki eru nøktandi.

Løgmaður upplýsti, at samskifti hevur verið millum landsstýrið og danska løgmálaráðharran. Fundur var avtalaður í august, men nú er óvist nær hesin fundurin verður.

Endamálið við fundinum er at tosa um møguleikan at fáa bygt eitt nýtt arresthús í Føroyum.

Arresthús varð bygt í Havn í 1967, og hetta varð brúkt inntil man fyri nøkrum árum síðani mátti flyta orsakað av at blámusoppur var staðfestur í arresthúsinum og politistøðini í Jónas Broncksgøtu. Sum ein fyribilsloysn varð arrestin í 2011 flutt niðan í Mjørkadal, og enn er ikki funnin endalig loysn, sum hóskar til viðurskiftini og tørvin í Føroyum.

- Mjørkadalur er ikki bygdur til at vera arrest ella fongsul. Hóast tað eru gjørdar  ábøtur í Mjørkadali, seta fysisku karmarnir óneyðugar avmarkingar fyri tey, sum sita sín dóm har. Eg eri samdur við spyrjaranum um – grundað á tað, sum vit hava hoyrt um viðurskiftini í Mjørkadali – at tað avgjørt er neyðugt, at vit fáa skipað umstøðurnar soleiðis, at varðhald er fyri seg, og fongsul, opið og afturlatið, er fyri seg.

- Tað eigur at vera soleiðis, at eisini tey, ið fáa dóm longri enn eitt ár, kunnu sita revsingina í Føroyum, at varðhaldsfangar og aðrir fangar kunnu skiljast sundur, at tað ber til at halda samsek frá hvørjum øðrum, at ungdómar og vaksin kunnu vera hvør sær, og at hølisviðurskiftini yvirhøvur vera meira hóskandi til tørvin.

- Hvussu hetta best kann gerast, eiga vit at finna eina loysn uppá í samstarvi við ríkismyndugleikarnar. seg Bárður á Steig Nielsen.

Sirið Stenberg spurdi eisini, um ætlanir eru at yvirtaka hetta økið. Til tað segði løgmaður, at ongar ætlanir eru um hetta í løtuni.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder