Innanlands

Vónin 53 milliónir í avlopi í fjør

Um 400 starvsfólk arbeiða nú á trolvirkinum, sum virkar í Føroyum, Kanada, Grønlandi, Íslandi, Noregi, Litava og Russlandi

Vónin - virkið í Fuglafirði

Vónin - virkið í Fuglafirði

2020-06-08 15:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Úrslitið fyri Vónin samtakið í 2019 var 52,9 milliónir krónur í mun til 44,0 milliónir í 2018. Framgongd hevur verið á stórt sæð øllum rakstrarstøðum. Sølan í Vónin samtakinum í 2019 var 522,4 milliónir krónur í mun til 492,7 milliónir í 2018. Bróðurparturin av søluni liggur uttan fyri Føroyar.

Eginognin fyri Vónin samtakið var 275,2 milliónir krónur við ársenda 2019 í mun til 235,5 við ársenda 2018. Í Vónin samtakinum arbeiða umleið 400 starvsfólk.

Góða gongdin í fiski- og alivinnuni seinnu árini á okkara leiðum, hevur gjørt, at vøkstur hevur verið í virkseminum í Føroyum. Seinastu árini hevur eftirspurningurin úr útlondum eftir útgerð frá Vónini eisini verið støðugt vaksandi.

Starvsfólkatalið í Føroyum er í tíðarskeiðinum 2010 til 2019 vaksið frá 62 til 100.

Vónin hevur havt virkir í Kanada síðan 1989, í Grønlandi síðan 2002 og í Norra síðan 2008. Virksemið í hesum londum hevur seinnu árini verið vaksandi.

Framleiðsluvirkið í Litava, sum byrjaði í 2014, er, við sínum 10.000 fermetrum og 200 starvsfólkum, við til at bera vøksturin í samtakinum. Framleiðslan í Litava ger at veitingartrygdin og -tíðin eru munandi betri enn áður.

Vónin er veitari til fiski- og alivinnuna. Fiskivinnuútgerð fevnir um pelagisk og semipelagisk trol, botn- og rækjutrol, nótir, skiljiristir, trollemmar, rúsur osfr. Til alivinnuna eru veitingarnar framleiðsla og søla av nótum, akkersskipanir, fuglanet eins og vasking og umvælingar av nótum osfr. Til aðrar vinnur selur Vónin veirar, ketur, tog, net, lyftiútgerð o.a.

Vónin hevur virksemi í Føroyum, Kanada, Grønlandi, Íslandi, Norra, Litava og Russlandi.

Høvuðstøl frá rakstrinum, tkr.

2019

2018

Søla

522.382

492.697

Starvsfólkakostnaðir

-103.854

-100.104

Rakstrarúrslit

91.458

77.343

Úrslit áðrenn skatt

69.460

57.909

Skattur

-16.543

-13.878

Úrslit

52.917

44.031

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder