Innanlands

Vørubilur koppaði í vindinum

Bilførarin slapp snikkaleysur frá óhappinum, sum kundi verið nógv verri

2020-02-21 11:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vindurin órógvaði ferðsluna fram við Sundsverkinum í morgun. So nógvur var vindurin, at ein hvirla tók í ein vørubil, sum koppaði.

Óhappið hendið nakað fyri klokkan átta í morgun. Einki hendi við bilføraranum, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Bilurin hevði skorað seg inn móti bilverjuni fram við kantinum oman móti Sundsverkinum.

Ikki løgið, at tey, ið koyrdu framvið, øtaðust, og illa kundu lata vera við at hugsa, hvat hevði hent, um bilurin hevði farið upp um verjuna og omanav, tí høgt er niðurfyri.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder