Innanlands

Vøsturin av løntakarum heldur fram - tó ikki við somu ferð

27.700 løntakarar vóru í desember 2020, upplýsir Hagstovan. Tað eru næstan 550 fleiri, enn tað vóru í november - vøksturin var 1,2 prosent í mun til talið í desember 2019

2021-01-12 18:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talið av løntakarum í Føroyum fór niður við yvir 1.500 fólkum í apríl í fjør, men tað fór ikki niður um 25.000, og tað byrjaði beinanvegin at ganga uppeftir aftur.

Tølini hjá Hagstovuni vísa, at hóast tað framvegis verður lagt afturat løntakaraskaranum, so veksur løntakaratalið munandi spakuligari enn tað hevur gjørt. Ferðin á vøkstrinum var - helst í størsta mun orsakað av koronastøðuni - ikki verið tann sama serliga seinasta árið.

27.700 løntakarar vóru í desember. Tað eru 548 fleiri, enn tað vóru í november -  tað er púra vanligt, at talið er høgt í desember. Í desember 2019 vóru 27.367 løntakarar. Harvið var talið av løntakarum í desember í fjør 1,2 størri í mun til árið fyri.

Viðvíkjandi kyni vísa tølini hja Hagstovuni hetta: 

- Í desember vóru um 14.350 menn í løntakaraskaranum, og tað eru 130 fleiri enn sama mánaða í fjør (2019, red.) Kvinnurnar vóru um 13.350 í tali, ella knappliga 200 fleiri enn í fjør. 

Tað er í vinnugreinini "Almenn og onnur tænasta", at vøksturin var størstur samanborið við desembermánaða í 2019. Talan var um ein vøkstur á 2,6 prosent - í fiskivinnu og aðrari tilfeingisvinnu.

Seinasta árið hevur lítil og eingin vøkstur verið í løntakaratalinum í privatu tænastuvinnunum. Tað eru góð tvey ár síðani, at ferðin í vøkstrinum fór at minka í privatu tænastuvinnunum, skrivar Hagstovan.

Øll tølini kunnu síggjast á hagstova.fo


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder