Sunnukvøldið 22. oktober hevur gospelkórið VOX konsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum.
VOX er gospelkór, ið byrjaði í níti árunum, og var tá sera virkið til konsertir, gudstænastur og møtir í nógv ár. Eftir ein steðg fór kórið aftur til verka í 2017, og hevur síðan javnan havt framførslur í ymiskum samanhangi. Ásbjørn Berthelsen er kórleiðari hjá VOX og hevur stjórnað kórinum síðan 1998.
VOX fer á hesum sinni at framføra verkið “Gloria” eftir Tore W. Aas, sum er best kendur sum kórleiðari hjá Oslo Gospel Choir. Sangirnir eru skrivaðir sum ein gudstænasta, ið tískil hevur tey ymisku liturgisku liðini í eini gudstænastu við. Vit hoyra fjølbroyttan kórsang útfrá kyrie, gloria, trúðarjáttan, faðir vár, signinigini osfr.
VOX framførdi “Gloria” í 2017, tá tríggjar ymiskar kirkjur vóru karmur um konsertirnar. Hesaferð verður “Gloria” framført til eina konsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum.
Konsertin sunnukvøldið kl. 19 er ókeypis, men høvi verður at lata kórinum eina gávu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald