Innanlands

Voxbotn 2020 aftur útsett

Fyriskiparnir boða í dag frá, at festivalurin vónandi verður í mai, men at tað skal vera í tráð við tilmælini frá myndugleikunum.

Um til ber at savna eina rúgvu av fólki í Vágsbotni í mai til eitt tónleikatiltak er framvegis óvist (Mynd: Jens Kr. Vang)

Um til ber at savna eina rúgvu av fólki í Vágsbotni í mai til eitt tónleikatiltak er framvegis óvist (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-01 13:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrst varð festivalurin fluttur frá síðst í juni 2020 til 5. september - síðani frá september til 10. apríl 2021. Alt sjálvandi orsakað av koronustøðuni.

Eingin smitta er í landinum, men framvegis eru tilmæli millum annað um, hvussu nógv fólk kunnu savnast, og tað er harvið greitt, at ikki er ráðiligt sambært tilmælunum, at avgreiða Voxbotn 10.april, sum upprunaliga skuldi haldast 2020.

Les eisini: 
Voxbotn: Fráboðan kemur ein av komandi døgunum

Hesum hava fyriskiparnir júst nú boðað frá í skrivi. Í fyrstu syftu verður Voxbotn 2020 útsett nakrar vikur.

- Vit vóna øll, at henda keðiliga korona-støðan fer at síggja ljósari út komandi vikurnar. Men fyriskiparnir vilja sjálvandi fylgja tilmæunum frá myndugleikunum, og gera sítt til, at Føroyar fáa ein lívligan og tryggan ársins konsertdag. Vit vóna, longu í næsta mánað.

Nærri kunning kemur um eina til tvær vikur verður boðað frá. Óvist er, hvussu verður við Voxbotn 2021. Fyriskiparnir hugsavna seg fyrst um at festivalin, sum upprunaliga skuldi verið í fjør. 

Øll atgongumerki til Voxbotn 2020 eru enn galdandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder