2023-06-24 19:49
            
        
         
                
            Nú eru ikki fleiri atgongumerki eftir til Voxbotn, sum um vikuskiftið er í Vágsbotni í Havn.
Nógv fólk vóru á økinum í gjár, og tað var næstan útselt, men nú annar dagurin av tónleikaveitsluni er í gongd, er útselt, og fleiri fólk sleppa ikki inn.
Rúni Djurhuus, fyrireikari, sigur, at tað gjørdist rættiliga fult á økinum í gjárkvøldið og lagið var ógvuliga gott.
Í dag er veðrið gott so lagt er upp til eitt veruligt brak av einari tónleikaveitslu aftur í kvøld.
Sí skránna fyri í kvøld:
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/06/24/gallery-thumbnail/1687632562ztvb8tmnvx.png)
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald