Fyrradagin varð 70 ára gamli fyrrverandi filmsframleiðarin Harvey Weinstein, sum í løtuni situr inni fyri kynsligan ágang og neyðtøku, funnin sekur í enn einari neyðtøku. Men hann ætlar sær at kæra avgerðina hjá nevningatinginum.
Les eisini: Weinstein dømdur fyri enn eina neyðtøku
Tað sigur Juda Engelmayer, talsfólk hjá Weinstein, sum leggur afturat, at hann er skuffaður um avgerðina.
Weinstein varð funnin sekur í einari ákæru um neyðtøku, meðan hann varð frídømdur fyri eina aðra. Nevningatingið kom heldur ikki fram til eina avgerð í tveimum øðrum málum, sum snúðu seg um tvær aðrar kvinnur, og kunnu tey enda við at verða viðgjørd av nýggjum, skrivar Ritzau.
Fyri fimm árum síðani gjørdist Weinstein andlitið á #MeToo rørsluni, tá fleiri kvinnur í filmsvinnuni ákærdu hann fyri kynsligan ágang. Í 2020 varð hann so dømdur 23 ára fongsulsrevsing fyri neyðtøku og ágang.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald