Innanlands

WeTravel lýst at vera farin á heysin

Hetta skrivar Kringvarpið, ið eisini skrivar, at 25. oktober skal WeTravel viðgerast sum trotabúgv í Skiftirættinum, har bústjórnin skal veljast

2019-10-08 14:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

30. juli boðaði WeTravel frá, at felagið var farið á húsagang. Tvær peningainnspræningar á 600.000 hvør - 1,2 milliónir samanlagt - vóru ikki nóg mikið til at bjarga ferðaskrivstovuni, ið byrjaði sítt virksemi í 2015.

Les eisini: WeTravel farið á húsagang

Hetta ávirkaði tey ferðfólkini ið vóru á túri ígjøgnum We Travel, og tey sum høvdu bílagt ferð. 

Siðani hevur ikki verið nógv at hoyrt um støðuna, men seinnapartin skrivar kvf.fo, at nú er WeTravel lýst at vera farin á húsagang. Tað merkir, at nú skal fáast skil á trotabúgvinum. Hetta verður gjørt á fundi í Skiftirættinum 25. oktober. Skráseting Føroya hevur biðið Skiftirættin um tvingsilsupploysn. 

Á fundinum verður bústjórnin vald. Fyribils bústjóri er Petur Even Djurhuus.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder