Innanlands

WeTravel farið á húsagang

Ferðaskrivstovan gevst við sínum virksemi, og tað ávirkar tey, sum hava bílagt ferð. Tað sigur felagið í fráboðan í kvøld

2019-07-31 01:00 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ferðaskrivstovan WeTravel er farið á húsagang. Felagið sigur soleiðis í fráboðan í kvøld:

"Tað er við stórum sorgblídni, at vit hervið mugu boða frá, at WeTravel fer á húsagang.

Hetta kemur tíanverri at ávirka ferðina hjá nøkrum ferðandi, og sjálvandi sera harmligt at tað nú kemur í síðstu løtu. Vit hava arbeitt við øllum møguleikum heilt til síðsta bríksl, soleiðis at hetta skuldi umgangast, men tað hevur tíanverri ikki verið møguligt.

WeTravel er ikki partur av rejsegarantifonden, so hetta rakar tínaverri beinleiðis kundan. Tað skuldi sjálvandi verið krav í Føroyum, eins og í Danmark, at øll vóru partur av rejsegarantifonden, men soleiðis er ikki.

Eftir innspræning á 600.000 krónur í allar síðstu løtu, umframt aðrar 600.000 krónur fyri stuttari tíð siðani, væntaðu vit, at hetta fór at ganga, men tað vísur seg tíanverri ikki at koma í gjøgnum.

Bankin hevur lukkað av, og eru tær 600.000 krónurnar sum komu í allar síðstu løtu, tíanverri ikki nokk at fáa eina positiva ávirkan á WeTravel í framtíðini.

Tað er eingin loyna at hetta ávirkar kundan allarmest, eisini tey sum ár eftir ár hava víst WeTravel sín trúðskap. Hugsjónin var ongantíð at raka persónliga, men tað kann man siga vit hava gjørt bæði so og so.

Vit vilja gjarna senda eina tøkk til familju og tey um hava verið rundan um WeTravel, og eitt stórt orsakað til tey, ið vera rakt av hesum, sjálvt um orsakað er eitt veikt orð í dag.

Eru spurningar, kunnu tit venda tykkum til: [email protected]."

WeTravel byrjaði sítt virksemi í 2015.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder