
Nýggjasta lagið hjá tónleikaranum Dan Olsen, hvørs fulla/upprunaliga navn er Dánjal Róa Olsen, 'What I Like' er júst komið út.
Hesaferð er um norðurlendskt samstarv. 32-ára gamli argjamaðurin hevur gjørt lagið saman við danska Ludvig Brygmann, ið er sonur danska sjónleikaran, skemtaran og tónleikaran Martin Brygmann.
Tað er Grammy-nomineraði sviin Jonas Westling hevur miksað og mastrað í London.
Eitt videolag við teksti er eisini útgivið - tað kann síggjast ovast í greinini. Tað er Dan sjálvur, ið hevur filmað á einum túri úr Hvalvík til Saksunar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald