Mentan

Whigfield verður at hoyra á Tórsfest

53-ára gamla donska songkvinnan er serliga kend fyri sangin "Saturday Night". Leygardagin 22. juli framførir Whigfield hendan og nógvar aðrar í Vágsbotni

2023-07-05 18:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu dagarnar hevur Tórsfest kunngjørt nógv nøvn til stóra festivaldagin leygardagin 22. juli. 

Vegna arbeiði við Vaglið verður Tórsfest hesa ferð í Vágsbotni, og nú er greitt, at ein teimum ið skal framføra hesaferð er Sannie Charlotte Carlson. Danska songkvinnan, sangskrivarin og framleiðarin er betri kend sum Whigfield, og í nítiárinum hevði hon fleiri hitt.

Tað var serliga við "Saturday Night", at Whigfield gjørdi vart við seg. Lagið lá í 1994 ovast á hittlistunum í millum annað Bretlandi og øðrum evropeiskum londum. Tað sermerka var, at talan var um hennara fyrstu single.


(Youtube)

Popputa og fríska lagið verður saman við øðrum at hoyra í føroyska høvuðsstaðnum 22. juli. Another Day, Sexy Eyes og Think of You hava eisini ligið ovaliga á hittlistum kring heimin.

Whigfield hevur í hesari øldini búð nógv í Suðurevropa og hevur verið virkin á ymsan hátt.

Fyrr í dag varð Dynamitt eisini kunngjørt sum ein bólkunum, ið fara at framføra á Tórsfest. Eitt av meira altjóða nøvnunum á festivaldegnum verður Lukas Graham.
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder