Uttanlands

WHO ávarar um stórar nøgdir av burturkasti

Útgerð til m.a. koppseting og koronukanning hevur lagt trýst á burturkastsskipanir undir koronufarsóttini, og tað er bæði ein trupulleiki fyri fólkaheilsuna og umhvørvið, sigur WHO

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2022-02-01 14:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stórar nøgdir av medisinskum burturkasti hevur lagt trýst á burturkastskipanir undir koronufarsóttini, og hetta hóttir bæði fólkaheilsuna og umhvørvið, ávarar Heimsheilsustovnurin (WHO) um.

Sambært frágreiðingini hjá WHO er hetta prógv um, at okkum tørvar nýggjar mannagongdir, tá tað kemur til at sleppa av við burturkasti.

Lond hava gloymt at leggja dent á at skilja medisinskt burturkast á rættan hátt, og meira enn 200.000 tons, harav meginparturin er plast, rúgvaðist upp undir koronufarsóttini, sigur WHO.

Millum burturkastið er útgerð til koppseting og koronukanning. Alt hetta burturkastið kann vera heilsuskaðiligt, verður tað ikki burturbeint á rættan hátt.

Sambært Ritzau verður einki sagt um, hvørji øki eru harðast rakt, men nevnt verður, at tað m.a. eru støð við vantandi leiðbeiningum til handfaring av burturkasti, sum hava avbjóðingar. Hetta kann eitt nú vera í útjaðarøki í fátækum londum.

Hetta var eisini ein avbjóðing áðrenn korona, men sambært WHO er trupulleikin versnaður seinastu árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder