Uttanlands

WHO: Fleiri lond taka ikki coronavirusið í álvara

Aðalstjórin í heimsheilsustovninum fílist á hugburðin hjá nøkrum ónevndum londum í stríðnum móti coronavirusinum. Tað manglar millum annað politiskur vilji, vil Ghebreyesus vera við

Tedros Adhanom Ghebreyesus, uttast til høgru (Mynd: EPA)

Tedros Adhanom Ghebreyesus, uttast til høgru (Mynd: EPA)

2020-03-06 07:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hesi londini taka tað antin ikki í álvara, ella hava tey tann hugburðin, at tey ikki kunnu gera nakað. Hetta er ikki ein venjing

Hetta segði Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðarstjóri í heimsheilsustovninum WHO í gjár. Hann vísti millum annað á, at nøkur lond hava tilbúgving til reiðar  í slíkum førum, men hava verið sein ella hava yvirhøvur ikki setta hana í verk:

- Hetta er millum annað vantandi politiskur vilji og virkismáttur í mun til hóttanina, ið vit standa yvirfyri.

Ghebreyesus vil ikki seta nøvn á nakað land, men hann fýlist á, at í summum londum er tað eitt heilsumálaráð, ið einsamalt skal standa fyri innsatstinum. Stjórin vísur á, at tað krevst góð leiðsla og hugsavnandi arbeiði frá einari heilari stjórnini og frá ymsum.

WHO hevur hvønn tað eina dagføring av støðuni, og hon vísur, at tað eru framvegis 115 av limalondunum, ið ikki eru rakt. Trupulleikin er tó, at hvønn dag koma nýggj lond á listan afturat. Argentina, Kili, Pólland, Ukreina, Lettland, Andorra, Portugal, Tunesia og Saudiarabia eru ímillum londini, ið eru løgd afturat hesa vikuna.  

Sí eisini: - Meira enn helmingurin av teimum smittaðu er vorðin friskur aftur-deyðstíttleikin er beint yvir trý prosent 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder