2021-09-03 07:43

Klokkan 11:40 lendir flogfarið hjá norska flogfelagnum Widerøe í Vágum, og skjøtul er sostatt settur á regluliga flúgving uppá Føroyar.
Widerøe fer at flúgva millum Bergen og Vágar mánadag og fríggjadag, og málið er við tíðini at økja um túratalið.
Flogfelagið fer at nýta flogfør av slagnum Bombardier Dash 8 Q400 til flúgvingina. Hesi taka 78 ferðandi og túrurin fer at taka umleið ein tíma og trý korter. Um tørvur verður á tí hevur felagið møguleika at nýta størri flogfør.
Widerøe er triðja flogfelagið sum regluliga flýgur til Føroya. Umframt Atlantsflog, byrjaði SAS í 2017 at flúgva regluliga millum Keypmannahavnar og Vágar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald