Uttanlands

"Woke-vasking" - Gilette brúkar sosialan boðskap fyri egnan vinning

"Woke-vasking"? Vørumerkir, so sum Gilette, brúka sosial viðurskiftir í lýsingum fyri egnan vinning

Gilette rakibløð (Mynd: EPA/CJ GUNTHER)

Gilette rakibløð (Mynd: EPA/CJ GUNTHER)

2019-01-19 22:32 Author image
Elisa Vang
placeholder
 
"Øll reklama er góð reklama"?
 
Gilette fór í 1989 undir "Best a Man Can Get"-átakið undir Superbowlsesongini. Hetta gjørdist eitt av minniligastu slagorðunum í lýsingasøguni. Lýsingin var slóðbrótandi, tí hon appeleraði til tann eyma persónin innaní manninum. 

Í vikuni fór Gilette undir enn eitt lýsingaátak, hetta var eitt slag av aftusvari til #MeToo-rørsluna. Lýsingin leggur upp til, at menn skulu verða betri, minni macho, og skulu gevast við at umbera vánaligan atburð við orðatakinum "dreingr eru dreingir", ella "boys will be boys".

Summi vilja vera við, at nú er rakiblaðsfyritøkan Gilette vorðin tað, sum bretar kalla "woke", sum merkir "tilvitaði". Hetta verður helst meint í neiligum tóna Tó hava kend og tignaðarlig fólk eisini róst lýsingini. Elijah Wood sigur, hon er vøkur, Jessica Chastain sigur, hon er rørandi og Arianna Huffington kallaði hana eina "mást síggja"-lýsing.

Men hvussu kunnu politisk lýsingaátøk hava peningaligan vinning við sær?

Hetta slagið av "woke-vasking", at felagsskapir brúka progressiv virðir til egnan vinning, er óbehagiligt fyri summi. "Vit fara at síggja enn fleiri vørumerki, sum brúka sosial viðurskifti í lýsingum", sigur Eliza Williams, redaktørur á blaðnum Creative Review.

 

Les alla greinina HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder