Góða samstarvið við føroyskar handverkarar hevur nú við sær, at Würth leggur enn meira fyri til gagns fyri bæði handverkarar og vinnulív. Nýggi Würth handilin letur upp á Hálsi 18. juni á middegi.
Fyrsti Würth sølumaðurin varð settur í starv fyri 20 árum síðani og í dag eru 5 sølumenn, sum hvønn dag í árinum koyra út til kundarnar við dygdarvøruni frá Würth. Nethandilin lat upp í ár, og 18. juni letur so handilin til yrkishandverkararnar upp á Smyrilsvegi 4 í Havn.
- Vit hava havt eitt gott og tætt samstarv við sera nógvar handverkarar í Føroyum í nógv ár. Kundar okkara hava víst okkum álit og samstarvið er bara vaksið seinastu nógvu árini, greiður økisstjórin í Føroyum, Rúni Olsen frá.
- Tí fegnast vit um, at vit nú kunnu leggja enn meira fyri og bjóða kundum okkara fleiri møguleikar. Vit vita, at vit eru einki uttan kundan og stóru framleiðslukrøvini í dag hava við sær, at kundin skal hava fatur á Würth vøruni beinanvegin, heldur enn at bíða eftir at vøran kemur úr Danmark.
Vilja gera mun fyri kundan
Frá fyrsta degi, at Würth kom til Føroya, var úrslitið, at kappingin millum veitararnar vaks og prísirnir á skrúvum, boltum, kemiskum vørum, tólum og øðrum vørum fall. Endamálið við nýggja handlinum er enn einaferð at gera mun fyri kundan. Ein mun, sum merkist í gerandisdegnum.
- Vit vilja, at Würth handilin verður sjálvsagda staðið hjá kundum okkara at hittast. Eitt gott stað at skifta orð um fakið við samstarvsfelagar, og sjálvsagt at skifta orð við okkum um vøruúrval og tænastu. Tí hava vit hvønn morgun rundstykki á borðinum og kaffi á kannuni og vit skipa javnan fyri skeiðum og øðrum tiltøkum í fundarhølinum, sum er bygt júst til endamálið, greiðir Rúni Olsen frá.
Men vit gevast ikki her, tí fyri Würth er nýggi handilin ein góð lopfjøl hjá felagnum at bjóða enn betri tænastu. Handilin verður ein framúr sýnisgluggi fyri nógvar av loysnunum hjá Würth og í næstum er ætlanin at bjóða kundunum koyring beint á byggiplássið, tá tørvur er á tí.
Gott úrval
Würth handilin fer at hava eitt gott og breitt úrval av vørunum hjá Würth á hyllunum, so sum skrúvur og seym, boltar, arbeiðsklæði og kemi- og trygdarvøru.
Nadhem Zid, sum verður dagligur leiðari, fer saman við sølumanninum Niels Jacob Heinesen at tryggja kundunum bæði røttu vøruna og góðu tænastuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald