
Í gjár, mikudagin 22. september, vórðu 238 fólk koppsett fyri koronu í Føroyum. Heimasíðan corona.fo skrivar, at 116 fólk fingu fyrra prikið og 122 fólk fingu tað seinna.
Tað hevur verið óvanligt seinastu tíðina, at yvir 100 fólk eru koppsett fyrru ferð ein og sama dag. Sambært tølunum hjá corona.fo er tað ikki komið fyri í tvær vikur, og tað hevur sum heild gingið striltið við koppsetingini seinastu tíðina, hóast nóg mikið av koppingarevni er til.
Les eisini: Lakasta vikan síðani í mars
Eitt koppsetingartoymi var í Sundalagnum í gjár. Tilsamans 89 fólk vórðu koppsett á Eiði og í Skúlanum við Streymin.
Nú hava 37.765 fólk fingið fyrru koppsetingina. 35.869 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru harvið liðugt koppsett.
Tilsamans 73.634 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald